Í nýggjasta partinum av Frímælt, sum Frihedsbrevet gevur út hvønn fríggjadag, er ein heldur øðrvísi samrøða. Ein samrøða við Hans Jákup Langgaard, sum ein dag herfyri var orsøkin til at tveir bilar vórðu meldaðir stolnir.
Fyrrverandi bilasølustjórin setti seg nevniliga í skeivan bil, tá hann hevði verið eitt ørindi úti á Landssjúkrahúsinum. Hann skuldi seta seg í ein bil, hann hevði lænt, men hann fór avstað við einum heilt øðrum bili.
Ruðulleikin endaði hjá løgregluni, og vit á Portalinum skrivaðu eisini um málið tá.
Les eisini: Quashqai-stuldurin uppkláraður
Les eisini: Tveir bilar stolnir í Havn í gjár
- Eg eri glaður fyri at hetta hendi aftaná jólaborðhaldini, men hetta skal nokk fara at koma framaftur, segði Hans Jákup Langgaard í samrøðuni sum Rólant Waag Dam gjørdi.
Frímælt hoyrist ókeypis á Spotify, Google og Apple Podcast.
Gestir í Frímælt hesaferð eru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Sonja Jógvansdóttir, samfelagsfrøðingur og samskipari í Samtaki, og Jan Vestergaard, sjómaður. Vertur er Rólant Waag Dam
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald