Vit takka fyri. Vit takka fyri eina góða konsert á Vágsbøi við heimshittum.
21 ára gamla poppstjørnan Zara Larsson er stóra høvuðsnavnið á Summarfestivalinum í ár. Hon hevur seinastu árini havt eina røð av hittum, sum hava fingið nærum óteljandi avspælingar.
Og hon leveraði eisini á Vágsbøi. Zara og bólkur hennara hava hugnað sær í Føroyum í dag, og hava millum annað verið á Koks.
Undir konsertini greiddi hon frá, at Føroyar møguliga vóru vakrasta staðið hon hevði verið - og hon meinti tað, vissaði hon fjøldina um.
Tað lá ógvuliga væl fyri, bæði at syngja og dansa, og í nøkrum av sangunum fekk hon í øllum førum fremsta partin av fjøldini við. Millum annað tá Zara sang EM-hittið frá 2016 “This One’s For You”.
Lítla svenska daman á stóra pallinum hevði eina frálíka konsert við øllum teimum kendu sangunum og øðrum eisini. Tá tað byrjaði at nærkast endanum sang hon lagið "Symphony", og Vágsbøur kókaði.
At enda segði hon “Tack så mycket”, og fór av pallinum meðan vælspælandi bólkurin helt fram.
Tvey løg manglaðu. Millum annað tann kendasti. Til alla lukku kom hon aftur á pallin og gav fjøldini tað, hon vildi hoyra - Uncover og Lush Life.
- Tack så mycket, endurtók hon.
Ein stór konsert er av. Møguliga heitasta og størsta navnið, sum hevur verið í Føroyum í nýggjari tíð, og ein góð konsert.
Sí fleiri myndir frá fríggjakvøldinum á Summarfestivalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald