Mentan

Tað figurativa og abstrakta landslagið

Framsýning við Finleif Mortensen latin upp í Smiðjuni í Lítluvík

2020-05-08 10:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú samfelagið so smátt er við at finna seg sjálvt aftur, hevur listamaðurin Finleif Mortensen latið upp framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn.

At tað er korona kreppa sæst ikki aftur á málningunum sum verða sýndir fram í Smiðjuni, heldur eru tað teir ljósu og glaðu litirnar, sum lyfta sinnið upp.

- Mær dámar ikki at mála daprar málningar tað skal vera litfagurt, sigur Finleif, sum eftirhondini hevur nógv ár á baki sum listamaður.

Bláu og grønu litirnar hava verið eyðkendir í hansara myndum, men nú hava eisini sterkt gulir og ljósareyðir litir fingið størri og størri pláss á løriftinum. Ótraditionellir litir, sum bróta við vanligu litsamansetingina.

Framsýningin hevur fingið heitið ”Tað abstrakta og figurativa landslagið”. 

Teir abstraktu málningarnar byggja á nattúruupplivingar, endurgivnar sum ein litrík og  sansalig uppliving meðan teir meira siðbundnu við myndaevnum so sum Havnin, Bøur, Kvívík ella Mikladalur, eru ein nærri endurgeving av tí sædda, men á ein einfaldan hátt uttan smálutir, har tað heldur er litur og formur sum hevur størri týdning. 

Finleif Mortensen hevur havt nógvar listaframsýningar ymsastaðni í Føroyum. Eisini hevur hann sýnt fram í Íslandi og Danmark. Umframt at vera listamálari, hevur Finleif í fleiri ár undirvíst í málningalist á kvøldskúla.

Tað eru umleið 30 olju málningar og nøkur prent við á framsýningini sum lat upp í gjár. Framsýningin er opin til og við týsdagin 12. mai. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder