Innanlands

Tað hevur verið deyðakvirt í nátt

Skeinkistøðini lótu í gjárkvøldið aftur klokkan 23, og hevur seinasta náttin verið stak friðarlig, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-12-11 10:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin kom landsstýrið við nýggjum tilmælum, og m.a. varð heitt á skeinkistøð og matstovur um at lata aftur klokkan 23. Fyrst varð boðað frá, at skeinkistøðini ikki fóru at fylgja tilmælinum, men í gjárkvøldið, eftir at hava fingið trygd frá landsstýrinum fyri, at ein munagóður hjálparpakki til skeinkistøðini verður lagdur fyri tingið eftir nýggjár, gjørdu skeinkistøðini av at lata aftur klokkan 23 kortini.

Og tað at skeinkistøðini lótu aftur so tíðliga, hava tey eisini merkt hjá løgregluni. Av politistøðini verður sagt í morgun, at seinasta náttin hevur verið púra friðarlig.

Tað hevur verið næstan deyðakvirt, og einki fólk hevur verið at sæð í býnum. Sambært vakthavandi á politistøðini hevur løgreglan bara havt smáting at taka sær av í nátt.

Í felags fráboðan frá skeinkistøðunum í Havn og í Klaksvík í gjár varð boðað frá, at skeinkistøðini fara at lata aftur klokkan 23 hvørt kvøld næstu tvær vikurnar, júst sum landsstýrið mældi til hósdagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder