Mentan

Tað krevur styrki at vera kvinna

Kvinnusøgur verða lýstar í akrobatikki og tónleiki í sýningini Det får bära eller brista, 14. november kl. 16 i Norðurlandahúsinum

2021-11-08 12:10 Author image
Innsent
placeholder

Kvinnur hava til allar tíðir borið og lyft børn - og eplasekkir, grýtur, vatn og mjólkaspannir, barnavognar inn í bilin og upp trappurnar, innkeyp, brenni, vaskiklæði... og fleiri børn.

Ja, tað krevur styrki at vera kvinna. Eisini í sýningini Det får bära eller brista, ið sameinir akrobatik og tónleik fyri at siga frá kvinnusøgum. Seks kvinnuligir akrobatar og møður trína á pallin, fyri at granska markið í millum at lyfta og at hokna. Tað tunga og tað lætta. Styrki og viðbrekni. Gleði og sorg.

Á pallinum verða pyramidur bygdar úr menniskjum og hugtakandi akrobatiskar koreografiir skaptar – alt í nýskapandi andanum, sum vit kenna frá nýsirkusi - sirkus fyri vaksin.

Atgongumerki fæst á nlh.fo.

Hugskot: Circus By Me
Leikstjóri: Åsa Johannisson
Akrobatar: Anna Nerman Sylla, Katja Kortström, Linda Petersson, Rebecka Nord, Seela Wanvik & Signe Veinholt
Tónasmiður: Anna Cederquist
Tónleikarar: Anna Rynefors, Anna Cederquist

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder