Eldgos-virksemi á Reykjanesi er framvegis støðugt. Síðan gløðandi grýti aftur byrjaði at floyma upp úr undirgrundini ikki so langt frá Grindavík 16. mars, hevur grýtið runnið rættiliga støðugt, tó mest teir fyrstu dagarnar.
Tað streymaði mest úr gosinum teir fyrstu dagarnar
Grýtið, sum nú floymir úr teimum trimum gosopunum, flýtur nú fyri tað mesta suðureftir, og tað mesta flýtur oman á bræðingini, sum legðist í fyrstuni eftir at tað fór at goysa.
Á myndini frá íslendsku Veðurstovuni herundir sæst hvussu umfatandi grýtið er. Myndin byggir á fylgisveinamyndir, ið eru tiknar í gjár, og vísir eisini broytingarnar hesa seinastu vikurnar.
Strikuna økini vísa har sum tað eru hendar broytingar hesa seinastu vikuna. Reyðstrikuta økið er øki, har gryti ikki er runnið fyrr. Ljóslilla økini eru tey, ið vórðu rakt av flótandi trýti í gosinum í februar og januar.
Sum myndin vísir, at hava verjugarðarnir, ið eru bygdir norðan og eystan fyri Grindavík hjálpt rættiliga væl. Myndin vísir eisini, at grýtið var komið tætt suður móti høvuðsvegnum, Suðurstrandavegi, sum liggur fram við suðurstrond Íslands.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald