Innanlands

Tað var Landsgrannskoðanin, sum hevði atgongd til skipanirnar

Landsgrannskoðanin hevði fingið atgongd til skiparnirnar hjá Almannaverkinum í sambandi við grannskoðanarvirksemi í 2010, og nú Almannaverkið hevur fingið kravboð frá Dátueftirlitinum um at beinleiðis atgongdin skal steðgast, hevur Almannaverkið fylgt hesum boðum

– Almannaverkið hevur alt fyri eitt fylgt nýggju boðunum frá Dátueftirlitinum um at stongja fyri atgongdini hjá Landsgrannskoðanini, boðar Almannaverkið frá í tíðindaskrivi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

– Almannaverkið hevur alt fyri eitt fylgt nýggju boðunum frá Dátueftirlitinum um at stongja fyri atgongdini hjá Landsgrannskoðanini, boðar Almannaverkið frá í tíðindaskrivi (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-10-15 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár bórust tíðindini um, at Almannaverkið hevði loyvt einum øðrum almennum myndugleika beinleiðis atgongd til KT-skipanirnar hjá Almannaverkinum, og at Almannaverkið hevði fingið kravboð frá Dátueftirlitinum um at beinleiðis atgongdin skuldi steðgast.

Myndugleikin, sum hevði atgongd, var Landsgrannskoðanin, sigur Almannaverkið.

– Tíðindini kendust ófrættakend fyri bæði starvsfólk og viðskiftafólk hjá Almannaverkinum, serliga tí at Dátueftirlitið ikki vildi siga, hvønn myndugleika talan var um. Hetta kann elva til gitingar og iva um trygdina í skipanunum hjá Almannaverkinum.

– Tískil vil Almannaverkið alment boða frá, at Landsgrannskoðanin í sambandi við sítt grannskoðanarvirksemi í 2010, bað um atgongd til skipanirnar hjá Almannaverkinum. Áðrenn hendan atgongd varð játtað, vendi Almannaverkið sær til Dátueftirlitið fyri at fáa viðmerkingar til umbønina.

– Dátueftirlitið staðfesti í niðurstøðu 24. juni 2010, at heimildin hjá Landsgrannskoðanini at krevja upplýsingar var breið, og at Almannaverkið mátti meta um heimildin í løgtingslóg fyri grannskoðan var nøktandi fyri at játta umbønini. Málið varð eisini lagt fyri Dáturáðið, sum ikki metti, at online atgongd var í stríð við lógina, skrivar Almannaverkið í tíðindaskrivi.

Almannaverkið sigur seg leggja alstóran dent á trygdina í teirra KT-skipanum og á at verja allar persónsupplýsingar, sum Almannaverkið umsitur. Almannaverkið sigur eisini, at tað alt fyri eitt hevur fylgt nýggju boðunum frá Dátueftirlitinum um at stongja fyri atgongdini hjá Landsgrannskoðanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder