Innanlands

Tænastur og førleikar hjá filmsfólki skrásetast

Endamálið er at menna ein stóran dátugrunn, har allar tænastur verða skrásettar á enskum og føroyskum

2021-11-02 09:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Filmshúsið fer nú undir at skráseta førleikar hjá filmsfólki í Føroyum eins og ymsar tænastur innan filmsframleiðslu. Endamálið er at menna ein stóran dátugrunn, har allar tænastur verða skrásettar á enskum og føroyskum. Øktur áhugi er hjá útlendskum filmsframleiðarum at filma í Føroyum og til tess at kunna nýta tær tænastur og teir førleikar, sum okkara fólk bjóða fram, er neyðugt, at kunna um hetta.

- Tað er ein fyrimunur fyri allar partar í einari filmsframleiðslu, sigur Jan Berg Jørgensen, formaður í stýrinum fyri Filmshúsið.

- Um eitt land bæði bjóðar lokalar tænastur og eina góða afturberingaskipan, gerst áhugin størri og hvør einasta framleiðsla førleikamennir okkara fólk og gevur møguleika fyri støðugari arbeiði og fleiri arbeiðsplássum, sum er avgerandi fyri vøkstur.

Leiðarin í Filmshúsinum, Tina í Dali Wagner, umsitur skipanina og heitir á allar viðkomandi vinnugreinar um at skráseta seg. Filmsframleiðslur ganga fyri seg í øllum landinum, tí er neyðugt at tænastur sum til dømis catering eisini skráseta seg.

Dátugrunnurin er eitt neyðugt amboð sum stýrið og Tina í Dali Wagner hava arbeitt støðugt fram ímóti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder