Innanlands

Tær størstu byggifyritøkurnar høvdu 75 milliónir í avlopi í 2020

Hóast byggifyritøkurnar hava stórt avlop, er misjavnt hvussu tær einstøku fyritøkurnar hava klárað seg. Nira hevur hugt eftir roknskapinum hjá 13 teim størstu byggifyritøkunum í Føroyum

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2022-06-20 15:03 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Ráðgevingarfyritøkan Nira hevur gjørt eina greining av roknskapunum hjá føroysku byggifyritøkunum, sum í 2020 høvdu ein bruttovinning, sum var størri enn 10 milliónir krónur. 

Talan er tískil ikki um eina kanning av allari byggivinnuni í Føroyum, men bert teimum størru fyritøkunum, sum í hesi kanning eru 13 í talið. 

Besta úrslitið í 2020 í hesi kanningini hevði Pf. Articon, við 25,5 milliónum krónum. Næstbesta úrslitið hevði Pf. Løvubetong við 13,3 milliónum og á triðja plássi kom J&K Petersen Contractors við 6,3 milliónum krónum.   

Stórur munur er støddini á byggifyritøkunum, sum vístar eru í greiningini. 

Meðan tann størsta byggifyritøkan í landinum, Articon, hevði 304 ársverk í 2021 hevði J&K Petersen 128 ársverk: ein fyritøka sum HVT Sp/f hevði 86 ársverk. Restin liggja væl lægri í starvsfólkatalið.  

Nevnast kann, at Articon hevði eitt ársúrslit roknað pr. starvsfólk á 84.000 kr.  HVT hevði 54.000 kr. í avlopið pr. starvsfólk meðan J&K Petersen hevði 48.000 kr. í avlopið pr. starvsfólk. 

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder