Tilsamans níggju fólk hava nú latið lív í sambandi við skottilburðin á einum skúla í Tailandi norðanfyri høvuðsstaðin bangkok fríggjadagin.
Ein 14 ára gamal drongur, sum var næmingur á skúlanum, skeyt ommu og abba sín og síðani fleiri onnur á skúlanum, áðrenn hann beindi fyri sær sjálvum.
Les eisini: Skottilburður á skúla í Tailandi
Í gjár varð boðað frá, at seks persónar - harímillum 14 ára gamli drongurin - høvdu latið lív á skúlanum, og at 23 aðrir persónar vórðu særdir.
Løgreglan í Tailandi boðar nú frá, sambært Reuters, at ein persónur afturat er deyður av løstum sínum. Talan er um eina 12 ára gamla gentu.
Sambært kinesisku tíðindastovuni Xinhua er 14 av teimum særdu framvegis innlagdir á sjúkrahúsi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald