Uttanlands

Tailendskir fótbóltsdreingir horvnir í helli

Fleiri enn 1000 fólk eru við í leitingini

Arbeitt verður við at pumpa vatn úr hellinum (Mynd: EPA)

Arbeitt verður við at pumpa vatn úr hellinum (Mynd: EPA)

2018-06-28 10:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fleiri enn 100 fólk leita í løtuni eftir 12 tailendsku fótbóltsdreingjum, sum eru horvnir í Tham Luang-hellinum í Norðurtailandi.

Dreingirnir, sum eru millum 11 og 16 ára aldur hava verið horvnir síðani leygardagin. Leitingin gongur illa, tí at høvuðsinngongdin til hellið er avbyrgt eftir at nógv regn hevur veirð í økinum seinastu dagarnar.

Dreingirnir og venjarin vóru farnir inn í hellið eftir at monsunregnið fór at herja. Men nógva vatnið stongdi inngongdina, so teir nú vórðu fangaðir.

Vantið í hellinum veksur í heilum. Hósnáttina vaks vatnstøðan við 15 cm. og eitt triðja rúm í hellinum er nú fylt við vatni. Kavarar eru nú sendir inn at leita eftir dreingjunum, men mesta av bjargingararbeiðinum er at pumpa vatn úr hellinum.

placeholder
placeholder