Mentan

Tailendskt nýggjár á Strondum í dag

Jacob Matthias Jacobsen, sum er giftur einari tailendskari kvinnu og dóttur teirra, halda at tað er gott at føroyingar fáa kjansin av uppliva mentanina

(Tilvildarlig mynd: Tórshavnar kommuna)

(Tilvildarlig mynd: Tórshavnar kommuna)

2019-04-13 11:16 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Tað eru nakrar úr Tailandi, sum búgva í Runavík, Fuglafirði og á Strondum, sum skipa fyri. 

Tað sigur Jacob Matthias Jacobsen, sum fer í bygdahúsið á Strondum í dag at hátíðarhalda tailendska nýggjárið. Hann er giftur einari tailendskari konu og sigur, at upprunaliga ætlanin var, at bara familja skuldi bjóðast. 

- Tað var ætlanin bara at bjóða tailendarum við teirra familju. Men nú er blivið avgjørt, at øll eru vælkomin, sigur Jacob Matthias, sum heldur tað vera eitt gott høvi at læra um tailendska mentan. Sambært Hagstovuni búðu 132 fólk, sum vórðu fødd í Tailandi, í Føroyum í 2018. Til samanberingar búðu 249 fólk við Íslandi sum føðilandi, meðan einans 83 sviðar búðu í Føroyum í 2018, 

Dótturin hjá Jacob Matthiasi, Lena Jacobsen, hevur hjálpt við at gera upplýsingarskjal um tailendska nýggjárið, og hon gleðir seg til dagin. 

- Har verða fólk úr øllum ymiskum landslutum í Tailandi. Tað verður dansað og so verður eisini matarbuffet, sigur Lena. Hon greiðir frá, at tað er stórur munur á ymsikum dialektum í tailendska málinum, umframt at maturin og siðbundni dansurin í ymisku landslutunum ikki er tann sami. 

Tailendska nýggjárið liggur altíð í apríl mánaða eftir okkara kalendara. Men Songkran, sum nýggjárið eitur kann skifta nakrar dagar hvørt ár. Hátíðin er ein tann týdningarmesta í tailendsku mentanini. Lena og Jaob Matthias greiða frá, at tað er ymiskt, hvussu dagurin verður hátíðarhildin. Men tey hava sjálvi ikki hátíðarhildið hann, fyrr enn tað gjørdist eitt felagstiltak fyri nøkrum árum síðani. 

- Nei, mamma hevur kanska víst okkum myndir og vit hava tosað við familjuna hjá henni, men annars hava vit faktiskt ikki hátíðarhildið dagin í mínum barndómi, sigur Lena Jacobsen. Hon heldur tó, at tað er sunt fyri samfelagið, at fólk fáa møgulleika at síggja, hvussu mentanin er. 

- Tað kann burturbeina nakrar av fordómunum. Tey tingini, sum føroyingar kanska halda vera eitt sindur undarlig, kunnu teir fáa forkláring uppá, um teir koma til tiltakið, sigur Lena Jacobsen. Pápi Lenu, Jacob Matthias, vísir eisini á, at tað kann verða ógvuliga gott fyri familjuna í Føroyum at síggja, hvussu mentanin er. 

- Tað eru sjálvandi nógv børn, verforeldur og verfamilja annars, sum ikki kennir nakað til hesa mentanina. So tað er ein møgulleiki hjá teimum at síggja, hvussu mentanin er, sigur Jacob Matthias Jacobsen at enda. 

Dagurin veðrur hátíðarhildin klokkan 15.00 í bygdahúsunum á Strondum. Tað kostar 100 kr at koma inn. Við í prísinum er eisini matarbuffet. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder