Forsetin í Taivan, Tsai Ing-Wen er farin frá sum forkvinna fyri stjórnarflokkin, Demokratiski Framstigsflokkurin, eftir at flokkurin tapti eina røð av lokalvalum leygardagin.
– Úrslitið livdi ikki upp til okkara forvæntningar. Vit góðtaka eyðmjúkt úrslitini og góðtaka avgerðina hjá taivanska fólkinum, sigur hon.
Veljarar skuldu í gjár velja 11.000 persónar í býráð og onnur almenn embæti. Andstøðuflokkurin KMT hevur vunnið 13 av 21 bý- og økisráðum. Flokkurin hevur m.a. vunnið í høvuðsstaðnum Taipei. Demokratiski Framstigsflokkurin hevur meirilutan í fimm ráðum, skrivar Ritzau.
Í sambandið við valið varð eisini fólkaatkvøða um at lækka valaldurin í Taivan úr 20 niður í 18 ár.
Hetta varð tó ikki samtykt, hóast ein lítil meiriluti á nærum 53 prosent atkvøddi fyri broytingini.
Skal broytingin setast í verk, er neyðugt við undirtøku frá meira enn helvtini av teimum, sum hava valrætt. Hetta merkir, at 9,6 milliónir fólk skuldu atkvøða fyri, áðrenn broytingin kundi samtykjast.
Valluttøkan í gjár var tó bert 59 prosent, og bert 5,6 milliónir aktvøður vóru fyri broytingini.
Góðar 23,5 milliónir fólk búgva í Taivan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald