Uttanlands

Taivan vil hjálpa Kina at handfara koronustøðuna

So leingi sum tørvur er á tí, eru vit sinnað at syrgja fyri neyðugu hjálpina, sigur forsetin í Taivan, Tsai Ing-wen

Tsai Ing-wen, forseti í Taivan (Mynd: Getty Images)

Tsai Ing-wen, forseti í Taivan (Mynd: Getty Images)

2023-01-02 12:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Taivan bjóðar seg til at hjálpa Kina við at handfara vaksandi talið á koronusmittutilburðum, sum landið stríðist við í løtuni.

Tað segði Tsai Ing-wen, forseti í Taivan í nýggjársrøðu sínari 1. januar.

– So leingi sum tørvur er á tí, eru vit sinnað at syrgja fyri neyðugu hjálpina, sum byggir á menniskjaslig atlit, sigur hon og leggur afturat, at hon vónar, at Taivan kann "hjálpa fleiri at koma úr farsóttini, so tey kunnu fáa eitt sunt og trygt nýtt ár".

Korona hevur av álvara gjørt um seg í Kina seinastu vikurnar, eftir at kinesisku myndugleikarnir avgjørdu at fara burtur frá nulltoleransupolitikkinum viðvíkjandi koronu og lótu samfelagið meira upp.

Sambært Ritzau hevur hetta m.a. lagt trýst á sjúkrahúsini, sum serliga hava nógv at gera við at taka sær av eldri sjúklingum, og nógv apotek mangla eisini fepurniðursetandi heilivág.

Júst hvat slag av hjálp Taivan ætlar sær at bjóða, nevndi Tsai Ing-wen ikki í nýggjársrøðu sínari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder