Innanlands

Tak tey við á flot ella í fjøllini

Tað er áheitanin frá løgmanni, sum mælir til at vit øll gera okkara, so flóttafólk koma at kenna tann fjálga føroyska hitan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-04-07 17:21 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgmaður nevndi tað í nýggjársrøðuni, og áheitanin er enn tann sama. 

- Bjóða teimum ein drekkamunn, tak tey við á flot ella í fjøllini.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nú løgtingi í dag einmælt hevur samtykt uppskotið frá landsstýrinum um at taka móti flóttafólkum úr Ukraina. 

- Hetta er ein varði á vegnum í føroyskari søgu. Hetta er fyrsta ferðin at Føroya Landsstýrið hevur boðað frá, at Føroyar taka í móti flóttafólkum.

- Russiska álopið á Ukraina hin 24. februar, og teir ræðuleikar vit nú eru vitni til, bera boð um eina nýggja heimsmynd. Tað var ein tíð áðrenn, og ein onnur tíð eftir, hin 24. februar 2022. Heimurin er grundleggjandi broyttur. Eisini her hjá okkum í Føroyum, sigur løgmaður.

- Eg havi áður havi sagt, at vit heldur skuldu hjálpa flóttafólkunum í teirra nærumhvørvi. Ukraina er okkara nærumhvørvi. Hetta eru grannar hjá okkara grannum. Her talan um fólk, sum inntil fyri stuttum livdu frí og fræls í einum demokratiskum samfelagi.

- Sum eitt av heimsins ríkastu samfeløgum er tað ikki annað enn natúrligt, at Føroyar gera sítt, og at vit opna okkara dyr fyri flóttafólkum úr Ukraina. At vit hjálpa okkara evropeisku grannum.

- Vit mugu øll gera okkara, soleiðis at tey koma at kenna tann fjálga føroyska hitan. Tann ábyrgdin hvílir á hvørjum einstøkum av okkum.

Bárður á Steig Nielsen takka felagsskapum og persónum, sum sjálvboðin hava verið við til at hjálpa og taka í móti flóttafólki úr Ukraina.

- Uttan tykkara hjálp hevði tað ikki borðið til. Eg vil eisini veita ein serliga tøkk til Reyða Kross Føroyar, sum vit í landsstýrinum hava havt eitt tætt og gott samstarv við, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder