
Álitisfólkini í landsins størsta fakfelag, Starvsfelagnum, eru innkallað til fundar fyrrapartin fyri at taka støðu til eitt semingsuppskot í sáttmálasamráðingunum við Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Møguleiki er hjá álitisfólkum at vera við á fundinum á netinum, orsaka av arbjóðingunum við sjúku, sóttarhaldi og kravi um fjarstøðu, skrivar Starvsfelagið á heimasíðu síni.
Fundurin verður klokkan 10 í Smæruni, hølunum hjá Starvsmannafelagnum í Havn.
Samráðingarnar millum partarnar vórðu uppafturtiknar mánadagin á Hotel Brandan í Havn, eftir at tær hava verið útsettar fleiri ferðir, orsaka av koronu.
Samráðingarnar byrjaðu annars í heyst, men ósemja um lønarspurningin var orsøkin til, at boð tá vórðu send eftir semingsstovninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald