Innanlands

Takið tað upp sum liggur og sløðist

Bjargingarfeløg og sløkkilið heitaá fólk um at taka tað upp sum leys er, nú nógvur vindur verður um vikuskiftið

2019-09-12 19:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag hava kommunur og onnur heitt á fólk um at taka tað upp sum liggur og sløðist í sambandi fyrsta ódnarveðrið í vetur.

Eisini í Suðuroynni hava tey hesa áheitanina.

Nú boðað verður frá vindi og hørðum hvirvlum, heita tilbúgvingarleiðarar og bjargingarfeløgini í heita á fólk um at taka upp tað, sum liggur og sløðist. Ein týðandi partur í at fyribyrgja stormskaðar er at taka upp tað sum liggur og sløðist, skrivar Suðurrás í kvøld.

- Heitt verður tí á fólk um at taka upp, soleiðis at tað ikki liggur og kann skapa óneyðugan vanda.

Les eisini: Ávara um nógvan vind um vikuskiftið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder