Innanlands

Takkaði Mikael Jóhan Heinesen fyri arbeiði hansara

Mikael Jóhan hevur verið serstakliga virkin í nærumhvørvinum. Umframt at vera lærari, hevur hann eisini verið røktingarmaður, kórleiðari og organistur, og hósdagin varð skipað fyri samkomu, har Nes kommuna takkaði honum fyri arbeiði hansara

(Mynd: Nes kommuna)

(Mynd: Nes kommuna)

2022-06-26 12:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir at hava starvast sum lærari í Tofta skúla síðan 1986, hevur Mikael Jóhan Heinesen valt at gevast sum lærari.

Mikael Jóhan flytir niður til Danmarkar við familjuni, og í hesum sambandi var lítil samkoma hósdagin, har borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, nýtti høvi vegna kommununa, at takka Mikael Jóhan Heinesen fyri arbeiði hansara.

Mikael Jóhan hevur verið serstakliga virkin í nærumhvørvinum. Umframt at vera lærari, hevur hann eisini verið røktingarmaður, kórleiðari og organistur.

Borgarstjórin takkaði honum fyri hansara stóra arbeiði at menna ta lokalu sang- og tónleikamentanina í heimliga umhvørvinum, og fyri, at hann hevði verið so góður at heita á, tá kommunan skipaði fyri tiltøkum, har sangur og tónleikur skuldi framførast, skrivar Nes kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder