Innanlands

Taks: 17.000 fáa pengar aftur í skatti

1.977 borgarar hava hinvegin goldið ov lítið í skatti í fjør, og 24.611 borgarar hvørki fáa ella skylda nakað

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-03-03 15:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

17.011 borgarar fara at fáa pengar aftur í skatti, og í alt fáa teir 56,5 milliónir krónur aftur, boðar Taks frá í dag.

– Skattauppgerðin 2023 hjá a-skattgjaldarum er nú gjørd og liggur á Borgaraglugganum og í Mínboks hjá teimum, sum brúka hesar tænastur. Hjá øðrum kemur hon í postkassan í vikuni.

– Pengarnir koma á kontu mikudagin, 27. mars, skrivar Taks.

1.977 borgarar hava hinvegin goldið ov lítið í skatti og fáa í næstum rokning frá Taks. Tilsamans hava teir goldið góðar sjey milliónir krónur ov lítið.

24.611 borgarar hava goldið rættan skatt, og teir hvørki fáa ella skylda nakað.

– Fær man skattauppgerð, skal man kanna, um hon er bein. Er hon tað, skal ikki gerast meira. Er feilur í, ella manglar okkurt, skal man lata inn sjálvuppgávu við røttum upplýsingum. Innlatingarfreistin er 1. mai 2024.

– B-skattgjaldarar fáa ikki skattauppgerð uttan bræv um at lata inn sjálvuppgávu. So skjótt, innlatið er, verður skattauppgerð teirra gjørd. Talan er um 5.978 borgarar. Fá alt at vita um sjálvuppgávu á www.taks.fo/sjálvuppgáva.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder