Innanlands

TAKS: Ferðaleiðaravirksemi er mvg-skyldugt

Í fleiri ár hevur ferðaleiðaravirksemi annars verið tulkað sum mvg-frítt, men nú er staðfest, at hendan tulkingin ikki er røtt

(Savnsmynd: Jens Kr. vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. vang)

2021-05-12 11:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er staðfest, at ferðaleiðarar skulu leggja meirvirðisgjald á virksemi sítt.

Hetta virksemið hevur annars verið tulkað sum mvg-frítt í nøkur ár. Tulkingin hevur verið grundað á § 2, stk. 3, litra l, í mvg-lógini. Síðan varð komið eftir, at tulkingin var ikki bein, og avgerð varð tí tikin um, at mvg skuldi leggjast á, skrivar TAKS á heimasíðuna.

Tað er í sambandi við kæru um málið, at Skatta- og avgjaldskærunevndin hevur havt spurningin til viðgerðar, og í niðurstøðu hevur nevndin tikið undir við avgerðini hjá TAKS​.

Sostatt er nú endaliga staðfest, at ferðaleiðaravirksemi er mvg-skyldugt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder