2019-08-29 13:51
Taks vann sakarmálið í Hægstarætti um teir 11 partaeigararnir í Varðanum. Tað veit útvarpið í dag.
Eystari lanndsrættur staðfesti fyri einum ári síðani dómin hjá Føroya rætti um at eigararnir sluppu undan at rinda skatt av teimum fyrstu 887 milliónunum, um fyritøkan verður seld.
Hetta merkir, at eigararnir sluppa undan at rinda 310 milliónir krónur í skatti, um teir velja at selja.
Hetta hevur Hægstirættur broytt, og givið Taks viðhald.
Sambært útvarpinum skulu fólkini í Varðanum gjalda sjey milliónir krónur, tríggjar milliónir til Taks og fýra milliónir í sakarkostnaði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald