Í juli fer Russland at byrja at seta upp taktisk kjarnorkuvápn í grannalandinum Hvítarussland, segði russiski forsetin, Vladimir Putin á fundi við hvítarussiska forsetanum, Aleksandr Lukasjenko fríggjadagin.
– Alt gongur eftir ætlan. 7.-8. juli eru fyrireikingarnar av neyðugu hentleikunum lidnar, og so byrja vit umgangandi at seta vápnini upp á tykkara øki, segði Putin við Lukasjenko sambært Ritzau.
Tað var í mars, at tað kom fram, at Russland hevur ætlanir um at seta upp taktiskt kjarnorkuvápn á hvítarussiska jørð, og í mai varð formliga avtala undirskrivað um hetta. Higartil hevur tó ikki verið upplýst, nær kjarnorkuvápnini skuldu setast upp.
Taktiskt kjarnorkuvápn hava ongantíð verið brúkt í kríggi, og amerikanska uttanríkismálaráðið segði eisini í mars, at ongar ábendingar vóru um, at Russland hevði ætlanir um at brúka vápnini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald