Innanlands

Talan er serliga um ung fólk

Í hesum umfarinum eru nógv ung fólk millum 16 og 25 ár smittað, sigur Landslæknin

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-24 11:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun varð boðað frá, at 16 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár, og at talan eftir øllum at døma var um kenda smittuketu.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, váttaði fyri Útvarpinum í morgun, at talan helst bert er um eina smittuketu, sum mann ikki heilt hevur tamarhald á.

Tað eru serliga ung fólk í aldrinum 16-25, sum eru rakt í hesum umfarinum, og flestu tilburðirnir eru í høvuðsstaðarøkinum, sigur Landslæknin.

Í morgun varð eisini upplýst, at talan var um bretska koronufrábrigdið B.1.1.7., og hóast allar royndirnar ikki eru kannaðar enn verður, sum skilst, roknað við, at talan er um bretska frábrigdið í øllum førum

16 av 619 kanningum frá í gjár vóru positivar, og er talan tí um eitt positivprosent – talið á positivum í mun til talið á kanningum – á 2,6, og so høgt hevur positivprosentið ongantíð verið, sigur landslæknin við Útvarpið.

Landslæknin heitir á øll, sum halda seg hava verið í sambandi við ein smittaðan, um at lata seg kanna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder