Innanlands

Talan er um bretska frábrigdið

Teir persónarnir, sum vórðu staðfestir smittaðir við koronu í gjár eru smittaðir við bretska frábrigdinum – Talan er um persónar í høvuðsstaðnum, sigur landslæknin

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-05 13:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Teir tríggir persónarnir, sum eru staðfestir smittaðir seinasta samdøgrið, eru smittaðir við bretska koronufrábrigdinum, B.1.1.7. Teir hava allir verið í sambandi við persónin, sum fekk staðfest smittuna mánadagin, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni við Útvarpið.

Viðkomandi, sum fekk staðfest smittuna mánadagin fekk staðfest smittuna 14 dagar eftir, at viðkomandi var komin aftur úr útlondum, men tveir av teimum, sum síðani eru smittaði, vóru longu í sóttarhaldi.

Landslæknin sigur, at allir tilburðirnir, sum eru staðfestir seinasta samdøgrið eru í Tórshavnarøkinum, og arbeitt verður nú við smittusporing. Í løtuni eru 20 persónar í sóttarhaldi.

Hetta er fyrstu ferð síðan 25. januar, at nakar er staðfestur smittaður innanlands í Føroyum.

Dagførd kl. 13.09

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder