2019-08-03 22:30
Um hálvgum níggju tíðina í kvøld varð boðað frá, at eitt ferðsluóhapp hevði verið við Kaldbakstunnilin.
Løgreglan og sjúkrabilur vóru skjót á staðnum, og tað vísti seg, at talan var um eitt soloóhapp.
- Tað var ein bilur við tveimum persónum, sum var koyrdur útav vegnum, og onkursvegna endaði bilurin við at standa soleiðis, at annar av persónunum í bilinum ikki slapp út sjálvur, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Fólkini eru skelkaði men hava tað eftir umstøðunum gott, og fingu tey ongan skaða. Bilurin fekk tó eitt sindur av skaða, upplýsir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald