Innanlands

Talan var um falskan alarm

Seinnapartin í gjár fór brandalarmurin í gongd á einum røktarheimi, og í nátt fór alarmurin í gongd á einum privatum bústaði

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-01-11 11:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tvær ferðir seinasta samdøgrið hevur løgreglan fingið fráboðanir um møguligan eld.

Um 14-tíðina seinnapartin í gjár fór brandalarmurin í gongd á einum røktarheimi í Klaksvík.

Løgregla og sløkkilið fóru á staðið, men tíbetur vísti tað seg, at talan var um falskan alarm, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Arbeiði verður gjørt á staðnum, og hildið verður, at tað er dust, sum er orsøkin til, at alarmurin fór í gongd.

Klokkan tvey í nátt fekk løgreglan eina fráboðan frá einum persóni í meginøkinum, sum helt seg hoyra brandalarmin og helt seg lukta royk inni hjá grannanum.

Løgreglan fór á staðið, og sløkkiliðið fekk boðini, men heldur ikki her var nakar eldur. Tað vísti seg nevniliga, at onkur var sovnaður eftir at hava koyrt eina pitsu í ovnin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder