Í gjár klokkan 16.12 fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið í Skálafirði.
Tá Portalurin tosaði við løgregluna seinnapartin í gjár, kundu tey ikki siga so nógv um støðuna, men vaktleiðarin á politistøðini sigur í morgun, at talan var um ein harmonikusamanstoyt.
Talan var um ein bil, sum steðgaði fyri at blinka og snara til vinstru. Bilurin aftanfyri megnaði at bremsa, men ein triði bilur rendi á, og tað gjørdi ein fjórði bilur í røðini eisini.
Løgreglan sigur, at stórur materiellur skaði var, men at ongin sjónligur fólkaskaði var. Ein varð tó fluttur á Klaksvíkar sjúkrahús til kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald