Innanlands

Talan verður um ein ómannaðan radara

Ongi hernaðarlig manning ella vápn verða atknýtt komandi eftirlitsradaranum á Sornfelli

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-09 12:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eftirlitsradarin, sum nú skal setast upp á Sornfelli verður ein automatiskur radari, sum ikki krevur, at manning er til staðar fyri at handfara skipanina.

Tað segði Jenis av Rana, landsstýrismaður við uttanlandsmálum á tíðindafundinum í Tinganesi fyrrapartin.

Upp á fyrispurning um hvør skal taka sær av radaranum segði Morten Bødskov, danskur uttanríkisráðharri, at talan verður um eitt “miks av sivilum og hernaðarligum fólkum”.

Men her var Jenis av Rana skjótur at leggja afturat, at tað ikki verður talan um at senda danska ella aðra útlendska manning til Føroyar at manna radaran, tí radarin verður automatiskur. Og at tað heldur ikki í avtaluni liggur nakað yvirhøvur um at vápn ella fólk verða tilknýtt radaranum í Føroyum.

[object Object]Morgen Bødskov, verjumálaráðharri (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyskt vinnulív kann bjóða

Eins og skrivað stendur í donsku semjuni um arktiska kapasitetspakkan, so fær vinnulívið í Føroyum og Grønlandi møguleika at bjóða upp á arbeiðini, sum skulu gerast í sambandi við útbyggingarnar av eftirlitinum í Føroyum og Grønlandi.

Talan er um eitt stórt arbeiði, ið skal gerast, tí danska stjórnin roknar við at brúka smáar 400 milliónir krónur til uppseting av komandi radaranum.

Í avtaluni, sum Jenis av Rana og Morten Bødskov skrivaðu undir í dag stendur,  at “føroyskar fyritøkur hava á jøvnum føti við aðrar fyritøkur møguleika at bjóða upp á uppgávur í sambandi við, at radarin verður settur upp, t.d. projektering, ráðgeving, innkeyp, konstruktión, bygningar, tøkniligar innleggingar og rakstur.”

Men lagt verður eisini afturat, at áhugaðar fyritøkur skulu søkja um trygdargóðkenning undan einum útboði.

Føroyingar fáa kopi av øllum dátum

Ætlanin er, at radarin skal standa á Sornfelli, og harvið gagnnýta tað undirstøðukervi, sum longu er gjørt.

“Farið verður undir samráðingar um treytirnar at nýta Sornfelli til endamálið, eisini fíggjarligu viðurskiftini og spurningin um ta ávirkan, tað kann hava á leigumál, ið er”, stendur í avtaluni.

Í avtaluni er eisini tilskilað, at um økið verður trygdaravmerkt, so skal fyrivarni takast fyri, at fólk ganga í fjøllunum, at seyður gongur har og at tørvur kann vera hjá føroyskum myndugleikum at hava standandi ella seta aðra útgerð upp á Sornfelli.

Á tíðindafundinum legði føroyski landsstýrismaðurin eisini dent á, at “allar dátur frá lofteftirlitsradaranum verða latnar Vága floghavn, Vørn og øðrum føroyskum myndugleikum í samsvari við galdandi reglur um trúnaðarflokking.”

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder