Mentan

Tálg sum vistfrøðiligt brennievni

Endamálið er at fara frá at brúka petroleum til í staðin at brúka tálg, tá blikk verða tendrað á nýggjárinum

Mynd: Vága kommuna

Mynd: Vága kommuna

2020-09-29 20:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á umhvørvisvikuni hjá Vága kommunu í juli kom hugskotið fram um at brúka tálg sum vistfrøðiligt brennievni. 

Hugskotið átti Sóley Kerlok, og er hon eisini verkætlanarleiðari á átakinum í samstarv við kommununa, sum letur útgerð og høli. Afturat sær hevur Sóley ein bólk av ágrýtnum borgarum at hjálpa sær við at hagreiða og kóka tálgina um til vistfrøðiligt brennievni, og verkætlanin er komin væl áleiðis, skrivar kommunan.

Nú slaktið er í hondum verður í morgin, mikudagin 30. september, møguligt at lata tálg til verkætlanina millum klokkan 19 og 21 í Trolhúsinum á kaiini.

Endamálið er, at fara frá at brúka petroleum til í staðin at brúka tálg, tá blikk verða tendrað á nýggjárinum, sum gamalt var.

– Fyri at lætta um móttøkuna hevði verið gott um tálgin kemur í 4 litur frystiposum, sum síðan fer í flamingokassar og verður sett á køl ella fryst inntil klárt er at skera tálgina sundur og kóka hana til vistfrøðiligt brennievni.

– Tørvur er eisini á at fáa blikk og bummull klútar, ið verður brúkt sum veikur at tendra í. Tað eru nógv sum longu eru farin at goyma blikk, og eru tey vælkomin at avlevera blikkini í Trolhúsinum mikukvøldið, skrivar Vága kommuna.

Meira kunning fæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder