
- Vit kenna øll evindalaliga kjakið um, at skipanir ikki tosa saman, at deildir og stovnar ikki arbeiða saman, og so ta sannroynd, at allir hesir trupulleikar samanlagt eru størstir hjá teimum, sum veruliga hava tørv á eini smidligari skipan, nevniliga tí vanliga borgaranum, sjúklinginum. Tá vit samstundis vita, at eldraøkið og sjúkraverkið yvirhøvur vara av somu borgarum í sambandi við viðgerð og røkt, so verður tørvurin so mikið størri á eini skipan, sum trygt samskiftir tvørturum mørk.
Hetta segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá talgilda heilsuskipanin Cosmic varð sjósett á Strandarlon á Boðanesheiminum í gjár
Talan er eitt slag av royndar- ella “pilot-deild”. Heðin Mortensen greiddi frá, at tað byrjaði við, at umboð fyri eldraøkini og Sjúkrahúsverkið skrivaðu undir sáttmála um, at eldraøkini gerast partur av Talgildu heilsuskipanini hjá Sjúkrahúsverkinum.
- Í talgildu heilsuskipanini eru allir neyðugir upplýsingar altíð dagførdir og atkomiligir. Og við eini komandi nýggjari journalskipan, sum umfatar bæði sjúkraverkið og eldraøki, so verður tænastan einastandandi.Harvið fáa vit bara eina sjúklingajournalskipan fyri øll fólk. Hetta er helst eitt eindømi og verður ein heilt einastandandi smidlig skipan - ein fyrimunarlig skipan fyri allar borgarar, sum vit øll kunnu fegnast um.
Sjúkraverkið og kommunulæknarnir hava í nógv ár brúkt THS-skipanina, so Cosmic-skipanin er sum so ikki nýggj, men hon er nýggj á eldraøkinum og er tillagað til tørvin. Heilsu og Umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu, Roðin og Norðoya Bú- og Heimatænasta, hava øll verið partur av pilotverkætlanini at fyrireika og íverkseta Cosmic, sum við tíðini kemur at umfata øll eldraøkini í Føroyum.
- Við hesi skipan kunnu vit trygt flyta viðkvæmar persónsupplýsingar tvørtur um geirar og ymiskar stovnar í heilsuverkinum. Endamálið er, at starvsfólk í samlaða heilsuverkinum fáa skjótari og lættari atgongd til neyðugar upplýsingar, soleiðis at gott grundarlag fæst fyri dygdargóðari røkt og viðgerð.
- Hetta merkir samstundis, at ein tann størsta plágan hjá sjúklingum í gerandisdegnum, hetta umaftur og umaftur at noyðast at geva somu upplýsingar, hvørja ferð borgarin møtir einum nýggjum starvsfólki í heilsuverkinum, fer í søguna, segði borgarstjórin.
Dagført 22.34
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald