Nýggju valdsharrarnir í Afghanistan ynskja nú at fáa orðið á ST aðalfundinum í New York í hesi vikuni.
Tað kemur fram í einum brævi, sum nýggi uttanríkisráðharrin hjá Taliban, Amir Khan Muttaqi, hevur sent til ST aðalskrivaran, António Guterres.
Tað skrivar BBC.
Í brævinum skrivar Muttaqi eisini, at rørslan ynskir at útnevna talsmannin, Suhail Shaheen til nýtt ST-sendifólk fyri Afghanistan.
Ghulam Isaczai, ið var ST-sendifólk fyri undanfarna stýrið í Afghanistan, sum í farna mánaði varð koyrt frá valdinum av Taliban, hevur eisini biðið um at fáa orðið á ST-aðalfundinum. Hann situr framvegis á ST-aðalfundinum, sum umboðið hjá Afghanistan.
Ein serlig nevnd, ið tekur sær av fulltrúarváttanum, skal nú taka støðu til hesar báðar umbønirnar. Men tað hendir ikki fyrr enn mánadagin, sum eisini er sami dagur, sum ST-aðalfundurin endar.
Ghulam Isacza fær væntandi orðið á síðsta fundardegnum 27. september, hóast Taliban hevur boðað frá, at hann ikki longur umboðar Afghanistan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald