Taliban er nú farið at treingja seg inn í høvuðsstaðin í Afghanistan, Kabul, frá øllum síðum. Tað sigur aftanska innanríkisráðið sambært Reuters tíðindastovuni.
Útsendi journalisturin hjá Danmarks Radio, Puk Damsgård, sum er í Kabul skrivar á Twitter, at samstundis sum Taliban tekur seg inn í Kabul, eru flogførini úr Kabul kjokkfull.
Sambært henni hevur Taliban nú tamarhald á øllum markaliðum, og einasti vegur hjá útlendingum út úr býnum er frá floghavnini.
Danska uttanríkisráðið boðar frá í tíðindaskrivi, at í nátt vórðu øll starvsfólkini á sendistovuni í Kabul flutt út til lufthavnina, har sendistovan hevur fingið sær fyribils avgreiðslu.
Har gongur arbeiðið fram við at fáa starvsfólk á sendistovuni, bæði afghanar og danir, út úr landinum.
Uttanríkisráðið hevur heitt á allar danskar ríkisborgarar um at sleppa sær út úr Afghanistan í skundi, skrivar Danmarks Radio.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald