2022-02-25 11:40
Taliban-stýrið í Afganistan hevur nú eisini meldað seg inn í kjakið um støðuna í Ukraina. Í fráboðan, sum Abdul Qahar Balkhi, talsfólk fyri afganska uttanríkismálaráðið, hevur lagt á Twitter, verður heitt á londini um ikki at gera støðuna verri sínamillum.
Stýrið í Afganistan sigur m.a., at tey eygleiða støðuna, og stúra tey fyri, at sivilfólk kunnu verða dripin í stríðnum.
Heitt verður á bæði londini um at loysa kreppuna á friðarligan hátt við dialog.
(Skíggjamynd/Twitter)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald