10. januar gevur bretski Harry prinsur út sjálvsævisøguna "Spare", og eitt, sum prinsurin, sum í tíggju ár var í bretska herinum, avdúkar í bókini er, at hann drap 25 fólk í Afganistan.
Sambært prinsinum drap hann hesi fólkini, "sum mann tekur talvfólk av einum bretti".
– Tað var ikki nakað, sum eg kendi meg nøgdan við, men eg skammaðist heldur ikki yvir tað, skrivar hann.
Anas Haqqani, ein av leiðarunum hjá Taliban leggur í hesum sambandi prinsin undir at hava framt krígsbrotsverk.
Harry prinsur sigur, at hann hugsaði um tey, sum vóru offur fyri álopini hjá al-Qaeda í New York og washington 11. september 2001, og vóru tey, sum stóðu aftanfyri og stuðulsfólk teirra at rokna sum "fíggindar av mannaættini".
Tað var m.a. Taliban í Afganistan, sum krógvaðu Osama bin Laden, ið var leiðari fyri al-Qaeda, og noktaði hernaðarrørslan at útflýggja hann til USA, sum ynskti at rættarsøkja hann. Og tað var orsøkin til amerikonsku innrásini í Afganistan 7. oktober 2001.
Eisini í bretska herinum finnast tey at Harry prinsi fyri útsagnir hansara í bókini.
Ein fyrrverandi oberstur, Tim Collins sigur, at prinsurin við hesum útsagnum hevur vent herinum, sum var sum ein onnur familja hjá honum, bakið.
– M.a. vil hann vera við, at hann hevur dripið 25 fólk í Afganistan. Tað er ikki soleiðis, mann uppførir seg í herinum. Tað er ikki soleiðis vit hugsa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald