Undir nýggja Taliban-stýrinum í Afghanistan verður framvegis loyvt kvinnum at lesa á landsins universitetum, men islamisku reglurnar viðvíkjandi klæðum og atskilnað av kynunum verða galdandi, sigur Abdul Baqi Haqqani, ráðharri hjá Taliban í hægri útbúgvingarmálum.
Stýrið ynskir at byggja víðari uppá tað, sum er í dag, og ikki at fara 20 ár aftur í tíðina, sigur hann. Eisini skulu kvinnur verða undirvístar av kvinnum, tá hetta er møguligt, og verða flokshøli deild upp samsvarandi við tulkingini hjá Taliban av islamisku sharialógunum.
– Tíbetur hava vit nógvar kvinnuligar undirvísarar, so vit fáa ongar trupulleikar við hesum. Alt verður gjørt fyri at finna kvinnuligar lærarar til kvinnulig lesandi, sigur hann sambært Ritzau.
Hann ásannar tó, at tað kann gerast neyðugt við undantøkum. Eitt nú kann mann hava mannfólk, sum undirvísa aftanfyri einum forhangi, ella undirvísingin kann ganga fyri seg á netinum, tá kvinnuligir lærarar ikki eru tøkir.
Rætturin hjá kvinnum at nema sær útbúgving var nógv umrøddur, tá Taliban royndi at sannføra umheimin um, at rørslan hevur broytt seg síðan 1990ini, tá Taliban seinast hevði valdið. Tá sluppu kvinnur ikki út úr heiminum uttan at hava eitt mannfólk við sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald