
Taliban hevur lovað fleiri enn 100 vesturlendskum londum, at allir útlendskir ríkisborgarar og afghanarar við ferðaskjølum, sum eru útflýggjað av einum øðrum landi, sleppa úr Afghanistan.
Tað verður tá síðstu hermenninir úr USA fara av landinum týsdagin. Seinastu vikurnar hava tey hjálpt túsundatals fólkum úr Afghanistan umvegis flogvøllin í Kabul.
– Vit hava fingið váttað frá Taliban, at allir útlendskir ríkisborgarar og allir afghanarar við ferðaloyvi úr øðrum londum fáa loyvi at fara av landinum, stendur m.a. í felags fráboðan frá fleiri av 100 londunum.
Eisini framgongur, at londini fara at útflýggja fleiri ferðaskjøl til útvaldar afghanskar borgarar, skrivar Ritzau.
Franski forsetin, Emmanuel Macron sigur m.a., at Frakland fer saman við bretum og týskarum at arbeiða víðari við einum uppskoti frá ST um at gera eitt trygt øki í Kabul, sum skal virka sum útvegur hjá teimum, sum royna at sleppa sær úr Afghanistan.
Macron undirstrikar tó, at nýggja avtalan við Taliban um útferðaloyvi ikki merkir, at mann viðurkennir felagsskapin sum stjórnarar av landinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald