Ovasti leiðarin hjá Taliban, Haibatullah Akhundzada, tosaði herfyri við almenningin fyri fyrstu ferð. Tað skriva fleiri altjóða miðlar.
Ikki er greitt, júst nær hetta hendi, men tað var í afghanska býnum Kandahar, at hann tosaði við Taliban-stuðulsfólk.
Í einum ljóðfíli, sum er vorðin deildur á sosiala miðlinum Twitter av høgtstandandi limum í Taliban, verður boðað frá, at Haibatullah Akhundzada talaði frammanfyri einari stórari mannamúgvu við einum skúla. Síðan hoyrist røðan hjá Akhundzada.
– Má gud løna kúgaða fólkið í Afghanistan, sum stríddist ímóti teimum vantrúgvandi og kúgarunum í 20 ár. Eg ætli mær at biðja fyri tykkum, og fáa tykkum at biðja fyri mær, hoyrir mann hann m.a. siga á ljóðfílinum.
Ongar myndir ella videobrot frá tiltakinum eru sædd.
Hetta er fyrstu ferð, at Akhundzada tosar við almenningin, eftir at Taliban í august tók valdið í Afghanistan. Ongar myndir ella videobrot eru sædd av hendingini.
Akhundzada hevur verið leiðari í Taliban síðan 2016, tá undanmaður hansara varð dripin í einum dronuálopi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald