Uttanlands

Talið á andevnum fimmfaldaðist eftir fjórða prikið

Tað vísa fyribils úrslit frá einari kanning á einum sjúkrahúsi í Ísrael – Í Danmark eru kanningar eisini byrjaðar, og har hava fleiri giktasjúklingar fingið eitt fjórða prik fyri koronu

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-01-09 11:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Ísrael vórðu kanningar í farna mánað gjørdar við heilsustarvsfólkum á sjúkrahúsinum Sheba Medical Center nærindis Tel Aviv fyri at kanna virknaðin av einum fjórða priki fyri koronu.

Sambært Washington Post vísa fyribils úrslit av kanningini, at talið á andevnum fimmfaldaðist eina viku eftir prikið.

Men longu áðrenn fyrstu úrslitini av kanningini vóru greið, boðaðu myndugleikarnir í Ísrael frá, at eldri borgarar kundu fáa fjórða prikið.

Fleiri funnust at hesari avgerðini, m.a. orsakað av vantandi upplýsingum um, hvussu trygt og munagott eitt fjórða prik fór at vera, og hvørja ávirkan hetta fór at hava á immunverjuna hjá fólki.

Á Sheba Medical Center vórðu 150 frísk heilsustarvsfólk í øllum aldrum kannað. Tey høvdu øll fingið tríggjar koppsetingar við koppingarevninum hjá Pfizer/BioNTech.

Kannað varð, hvussu fólk reageraðu eftir at hava fingið hesa fjórðu koppsetingina, men her sást einki órógvandi. Nøkur høvdu lágan fepur, og onnur vórðu eym í arminum, men eingin upplivdi nakað meira enn tað, verður sagt.

Gera kanningar í Danmark

Í Danmark er heilsumyndugleikar nú eisini í ferð við at kanna, um tey eldru og sárbæru skulu hava eitt fjórða prik fyri koronu.

Á universitetssjúkrahúsinum í Aarhus eru uml. 75 persónar nú koppsettir fyri fjórðu ferð.

Talan er um giktasjúklingar, sum taka serliga immunverjudempandi heilivágin Rituximab, skrivar DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder