2021-10-25 12:48

20.604 gistingar vóru skrásettar á føroysku gistingarhúsunum í september, og tað er met fyri september, skrivar Hagstovan.
Samanborið við september mánað í fjør er talan um ein vøkstur á 94 prosent. Í mun til 2019 er vøksturin 30 prosent.
Talið á gistináttum í september var nærum 10.000 fleiri enn sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Talið á gistináttum hjá dønum vaks við 79 prosent í mun til sama mánað í fjør, meðan talið á gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald