Innanlands

Talið á innløgdum framvegis lágt hóast metnógvar smittutilburðir

Fimm eru innløgd av koronu. 729 nýggir koronutilburðir vóru staðfestir í 5208 kanningum í gjár. Kostnaðurin at kanna so nógv táttar í eina millión

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-01-18 18:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eru øgilig tøl, sum myndugleikarnir kunngera í dag. 729 nýggir tilburðir í heili 5208 koronukanningum, sum vórðu gjørdar í gjár.

Hetta er nógv tað hæsta talið á tilburðum, sum eru skrásettir í koronu. Seinastu dagarnar hava vit annars ligið um 400 nýggjar tilburðir um dagin.

380 fólk eru staðfest frísk síðani seinastu dagføring, og nú eru tað 3003 fólk, sum eru positiv í løtuni.

Les eisini: Landslæknin: Smittutalið ikki so nógv at týða - hyggja heldur eftir avleiðingunum í samfelagnum

Hóast methøgu tølini, tykist talið á innløgdum at halda seg niðri. Sjey fólk eru innløgd í Sjúkrahúsverkinum við koronu, og fimm av teimum vegna koronu. Hini tvey eru innløgd av aðrari orsøk, men hava fingið staðfest koronu.

Nógvu kanningarnar, sum verða gjørdar fyri tíðina kosta tað hvíta út av eygunum. Sjúkrahúsverkið rindar 200 krónur fyri hvørja kanning, sum verður gjørd á teirra kanningarstøðum. Tað vil siga, at kanningarnar við markið og tær á privatu kanningarstøðini telja ikki við.

5208 kanningar eru gjørdar, og siga vit, at Sjúkrahúsverkið hevur framt 4500 av teimum, kostar tað Sjúkrahúsverkinum og harvið landskassanum 900.000 krónur - bara í gjár. Í fleiri vikur hava vit í miðal brúkt umleið hálva millión um dagin upp á koronukanningar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder