2022-01-10 18:22

Framvegis er einki koronatrýst á Sjúkrahúsverkinum.
Í gjár vóru trý fólk innløgd í Sjúkrahúsverkinum við koronu, men síðani tá er ein persónur útskrivaður. Nú eru tveir sjúklingar innlagdir, har tað í báðum førum er korona, sum er orsøkin, vísa nýggjastu tølini frá myndugleikunum.
2662 koronukanningar eru gjørdar seinasta samdøgrið, og 222 av teimum vístu positivt úrslit. Seinasta samdøgrið eru 286 fólk eisini staðfest frísk aftur eftir at hava verið positiv við koronu, og tí eru tað nú 1563 aktivir tilburðir.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald