Innanlands

Talið á innløgdum stendur í stað

677 tilburðir vórðu staðfestir í gjár, og fýra fólk eru framvegis innløgd vegna koronu

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-02-05 14:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vóru 677 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Hesir tilburðirnir vórðu staðfestir í 1.530 kanningum.

Í løtuni eru beint undir 5.000 fólk smittað við koronu – 4.972. Av teimum eru seks innløgd, men bert fýra teirra eru innløgd vegna koronu, skrivar korona.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder