Innanlands

Talið á løntakarum í februar áleið tað sama sum í 2020

Í mun til í fjør var talið á mannligum løntakarum lægri í februar, meðan talið á kvinnuligum løntakarum var hægri – Talið á løntakarum er minkað í byggivinnuni og privatu tænastuvinnuni

Mynd: Hagstovan

Mynd: Hagstovan

2021-03-15 11:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í februar var talið á løntakarum í Føroyum 26.800 – áleið tað sama sum í februar 2020.

Hagstovan skrivar, at hóast fleiri løntakarar leggjast afturat løntakaraskaranum, veksur talið munandi spakuligari, enn tað áður hevur gjørt, og ferðin hevur ikki verið tann sama seinasta árið.

Talið á monnum í løntakaraskaranum var tó lægri í februar í mun til sama mánað í fjør, meðan talið á kvinnuligum løntakarum var hægri.

Í februar 2021 vóru 13.750 menn í løntakaraskaranum (150 færri enn í fjør), meðan talið á kvinnum var 13.100 (160 fleiri enn í fjør).

Samanborið við februar 2020 vaks talið á løntakarum 2,8 prosent í "almennari o.a. tænastu", og við 1,8 prosent í "fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu". Hinvegin minkaði talið á løntakarum í "byggivinnu o.a. tilvirking" og "privatum tænastuvinnum" við ávíkavíst fýra og 1,8 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder