Korona var orsøkin til eina metstóra minking í talinum á tilflytarum í 2020, upplýsir OECD í nýggjari frágreiðing, sum varð kunngjørd í vikuni.
Talan er um higartil skjótastu afturgongdina í talinum á migrantum til tey ríku ídnaðarlondini, skrivar Ritzau.
Yvir 3,7 milliónir fólk fluttu til 38 størstu ídnaðarlondini í fjør, ið er lægsta talið síðan 2003. Ein minking á 30 prosent í mun til undanfarna ár.
Í eitt nú USA minkaði talið á nýggjum migrantum við 44 prosent niður í 576.000, tá landamørkini lótu aftur vegna koronu, og Frakland tók í fjør ímóti 230.000 nýggjum migrantum, sum er ein minking á 21 prosent í mun til undanfarna ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald