Innanlands

Talið á positivum komið upp á trý

Í gjár varð aftur ein nýggjur smittutilburður staðfestur – Talan er um ein ferðandi til Føroya

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-03-13 13:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð enn ein nýggjur smittutilburður staðfestur í Føroyum, og sostatt er talið á positivum í løtuni nú komið upp á trý.

Talan er um ein ferðandi til Føroya, skrivar corona.fo.

368 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið, og allar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru gjørdar 235.277 kanningar í Føroyum.

Sostatt hava 661 persónar fingið staðfest korona í Føroyum. 657 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum, og sum kunnugt, eru trý smittað í løtuni.

Øll tey, sum eru positiv í løtuni vórðu staðfest smittað eftir komu til Føroya. Eingin er vorðin smittaður í Føroyum í nærum sjey vikur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder