Í øllum heiminum hava nú fleiri enn 15 mió. fólk fingið staðfest koronasmittuna.
Sambært uppgerð hjá Worldometers.info liggur talið á skrásettum tilburðum í løtuni á 15,1 mió., meðan talið á andlátum liggur á 620.000.
Tey londini, sum eru harðast rakt eru USA og Brasil, ið hava staðfest ávikavíst fýra og 2,1 mió. tilburðir.
Talið á andlátum, sum eru skrásett í USA, er beint undir 145.000, meðan talið í Brasil er 81.000.
Av teimum 15,1 mió., sum hava fingið staðfest smittuna eru 9,1 mió. staðfest frísk aftur. Sostatt eru 5,3 mió. fólk smittað í løtuni.
99 prosent av teimum, sum eru smittað nú, hava mild sjúkueyðkenni.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald