Uttanlands

Talið á smittaðum farið uppum tíggju milliónir

Um allan heimin hava 10,1 mió. fólk fingið staðfest koronasmittuna, og talið á andlátum er farið uppum hálva mió.

Savnsmynd (EPA)

Savnsmynd (EPA)

2020-06-28 10:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Samlaða talið á skrásettum smittutilburðum í heiminum er nú komið uppá 10,1 mió, vísir uppgerð hjá worldometers.info.

Enn eru teir flestu staðfestir í USA, har talið er góðar 2,6 mió. Aftanfyri USA liggja Brasil og Russland, ið hava skrásett ávikavíst 1,3 mió. og 634.000 tilburðir. India liggur á einum fjórða plássi við góðum 530.000 tilburðum.

Í hinum londunum, er talið á staðfestum tilburðum ikki komið uppum hálvu milliónina.

Talið á andlátum, sum eru skrásett í sambandi við koronasmittuni, er eisini farið uppum hálva millión. Í løtuni liggur talið á 501.000.

Aftur her eru tað USA og Brasil, sum hava hægsta talið.

Í USA eru 128.000 fólk deyð, og í Brasil er talið 57.000. Aftanfyri Brasil er Stórabretland, sum hevur skrásett 43.500 andlát.

Av teimum, sum hava fingið staðfest koronasmittuna eru 5,4 mió. staðfest frísk aftur. 4,1 mió. fólk eru smittað í løtuni, og av teimum hava 99 prosent mild sjúkueyðkenni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder