Ukraina hevur skrásett 1.967 nýggjar tilburðir av covid-19 seinasta samdøgrið, og tað er met fyri flest skrásettar tilburðir eitt samdøgur í landinum. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Tilsamans hevur Ukraina nú skrásett 96.403 tilburðir av korona, meðan 2.144 eru skrásett deyð við smittuni.
Talið á nýggjum smittaðum í Ukraina er vaksið nógv í august mánað, og tað hevur fingið landið til at seta avmarkingar í gildi aftur.
Eisini í Týsklandi er ein vøkstur í talinum á smittaðum. Týskland hevur skrásett 1.510 nýggjar tilburðir seinasta samdøgrið. Tað er tað hægsta talið á smittaðum eitt samdøgur í meira enn tríggjar mánaðir.
---
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald