2021-10-17 12:50

Í gjár vóru 10 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Upplýst verður, at øll eru smittað í Føroyum av kendum smittukeldum.
Í løtuni eru 87 smittað við koronu í Føroyum, og sostatt eru 15 persónar staðfestir frískir, síðan tølini vórðu dagførd fríggjadagin.
615 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. 187 persónar eru nú í sóttarhaldi. Eingin er innlagdur við koronu í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald