Uttanlands

Talið á smittutilburðum farið uppum sjey milliónir

Eisini er talið á andlátum, sum eru skrásett í sambandi við koronasmittuni farið uppum 400.000 – Í USA eru næstan tvær mió. tilburðir skrásettir

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-06-07 13:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag fór talið á staðfestum smittutilburðum uppum sjey mió., samstundis sum talið á andlátum í sambandi við koronasmittuni er farið uppum 400.000.

Tað vísir uppgerð hjá worldometers.info.

USA er framvegis tað landið í heiminum, sum hevur staðfest flest tilburðir. Har hava beint undir tvær mió. fólk fingið staðfest smittuna. Við gott 113.000 andlátum er USA eisini tað landið, sum hevur skrásett flest andlát.

Tað landið, sum hevur skrásett flest smittutilburðir aftaná USA er Brasil, sum av WHO nú verður roknað sum nýggi koronamiðdepilin. Har eru næstan 700.000 tilburðir staðfestir.

Tá hugt verður eftir andlátum er tað Stórabretland, sum hevur skrásett flest andlát aftaná USA – beint undir 40.500. Brasil er tó beint í hølunum við 36.000 andlátum.

Stórabretland hevur skrásett gott 285.000 smittutilburðir.

Uppgerðin hjá worldometers.info vísir eisini, at 3,4 mió. fólk eru staðfest frísk aftur, og at 3,1 mió. fólk eru smittað í løtuni. 98 prosent hava mild sjúkueyðkenni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder